Næmingur burturvístur fyri hóttandi atburð

Fyri hálvum mánaða síðani, framdu unglingar herverk á Sandi fyri 40 túsund krónur. Dreingirnir høvdu m.a. skorið 24 grasballingar upp, skøvað bilar og gjørt seg inn á pengaautomatina hjá Eik Banka.


Eitt foreldur hevur seinastu tíðina gingið og bøtt uppá postkassar, stig og annað, sum sonurin, saman við øðrum hevur knúst. Men ikki er nokk við, at foreldrini skulu vænta at fáa eina rokning, nú er aftur galið við tí eina dreinginum.


Hann hevur verið so hóttandi, og gjørt seg inn á eitt klaver á Meginskúlanum, at ein av lærarunum,  føldi seg so hóttan, at hann valdi at fara heim. Um skilst hevur skúlastjórin tikið avgerð um, at burturvísa dreinginum.


Tað hevur ikki borið til at fingið fatur í skúlastjóranum, og Gerhard Lognberg, stýrislimur fyri Meginskúlan, hevði onki at siga. Lærarin, ið rýmdi  undan hóttandi næminginum í skúlanum, ynskir onga viðmerking at gera.


Vit fylgja málinum.