Næmingar á vitjan

Skúlanæmingar, ið gera verkætlanir, vitja tíðum á Umhvørvisstovuni at fáa fakliga kunning.


Hesaferð vóru tað næmingar úr 7. flokki í Vestmanna skúla, sum vitjaðu.


Tey skriva verkætlan um dálking í havinum og høvdu sett Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, stevnu. Sum sæst á lítlu myndini varð samrøðan tikin upp, so næmingarnir vóru væl fyrireikaðir.


Á stóru myndini eru næmingarnir avmyndaðir á Umhvørvisstovuni.


Umhvørvisstovan tekur fegin ímóti skúlaflokkum, ið hava tørv á at fáa fagligar spurningar svaraðar.


Skúlaflokkar, sum kundu hugsa sær at vitja Umhvørvisstovuna, kunnu ringja til Jóhann Lützen, kunningar- og viðskiftasamskipara, á telefon 342409 ella senda ein t-post á johannl@us.fo