Mýtan um at vit hava heimsins hægstu elprísir heldur ikki

SEV hevur mangan fingið skotið í skógvarnar at hava heimsins hægstu elprísir.


Men so er kortini ikki.


Tað vísir ein samanbering av prísunum í Føroyum og ES-londunum (+ Norra, Estland, Lettland og Litava), sum SEV hevur gjørt.


Samanberingin er fyri 1. hálvár 2011 og 2. hálvár tíðarskeiðið 2008-2010.


Ídnaðurin betur fyri enn húsarhaldini


Sambært henni liggja Føroyar í tyngra endanum, tá tað kemur til elprísin til húsarhald. Hinvegin liggja vit munandi betur fyri, tá talan er um elprísin til ídnaðin.


Samanberingin vísir, at Føroyar - tá tað kemur til húsarhaldsel - 1. hálvár í ár liggja á triðaftasta plássi, aftanfyri Týskland og Danmark, sum hevur dýrastu prísirnar.


Úrslitið er tað sama í tíðarskeiðnum 2008-2010 (2. hálvár).


Tá tað kemur til elprísin til ídnaðin, er myndin eitt sindur øðrvísi. Har liggja Føroyar 1. hálvár í ár á einum 24. plássi (ájavnt við Luxemburg og Belgia) av teimum 31 londunum, ið eru við á listanum, meðan vit liggja á einum 14. plássi í tíðarskeiðnum 2008-2010 (2. hálvár).


Mýtan heldur ikki


Hetta vísir sostatt, at mýtan um, at vit hava heimsins hægstu elprísir í Føroyum, ikki heldur, umenn prísirnir liggja í dýrara endanum. Men tá eigur fjarskotna staðseting og fjarstøða okkara til onnur lond eisini at vera havd í huga.


Samanberingin av elprísunum í stabbamyndum sæst her.


http://www.sev.fo/Default.aspx?ID=1851