MYNDILIN AT META UM AVLEIÐINGAR AV FÍGGJARPOLITISKUM TILTØKUM ER DAGFØRDUR

Landsbankin hevur ment myndil, ið fyrstu ferð varð almennur í fjør og sum nú er dagførdur við nýggjum tølum.


Við myndlinum kanst tú síggja, hvussu fíggjarpolitisk tiltøk ávirka úrslitið á fíggjarlógini og skuldina hjá landskassan.


Myndilin ger tað møguligt at broyta bruttotjóðarúrtøkuna, rentuna, útreiðslurnar og inntøkurnar hjá landskassanum, og síðan síggja, hvussu broytingin ávirkar úrslitið á fíggjarlógini og skuldina hjá landskassanum.


Sí meira á heimasíðuni hjá Landsbankanum við at trýsta á linkin niðanfyri.


http://landsbankin.fo/Default.asp?sida=2713&tidindiiD=852