Landsbankin hevur ment myndil, ið fyrstu ferð varð almennur í mars mánað og sum nú er dagførdur við nýggjum tølum.
Við myndlinum kanst tú síggja, hvussu fíggjarpolitisk tiltøk ávirka úrslitið á fíggjarlógini og skuldina hjá landskassan.
Myndilin ger tað møguligt at broyta uppá bruttotjóðarúrtøkuna, rentuna, útreiðslurnar og inntøkurnar hjá landskassanum, og so síggja, hvussu hetta ávirkar úrslitið á fíggjarlógini og skuldina hjá landskassanum.
Sí meira á heimasíðuni hjá Landsbankanum