Myndarøð frá FM fyri handverkslærlingar

28. februar og 1. mars vóru føroya bestu lærlingar kosnir í spennandi og tættari kapping.
 
Høvuðsendamálið við kappingini er at feira tað góða handverkið, umframt at varpa ljós á yrkisútbúgvingar.
 
Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar gjørdust:
El: Rasmus Poulsen, LM Electric 
Hárfríðkan: Jórun á Gravarbø, Evoke
Timbur: Ingmar Dam, Búsetur
 
Komandi vikurnar verða samrøður við vinnararnar skrivaðar í tíðindabrævið frá Vinnuhúsinum.
 
Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið varð fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommunu.
 
Her eru fleiri myndir frá døgunum: https://www.industry.fo/Default.aspx?ID=11934&Action=1&NewsId=2340&PID=11933&utm_medium=email&utm_campaign=Tindi%20fr%20Vinnuhsinum&utm_content=Tindi%20fr%20Vinnuhsinum+CID_e1dbdc0e70c1cc8ce527655d29d7a76b&utm_source=Mailmarknaarfring&utm_term=Myndar%20fr%20FM%20fyri%20handverkslrlingar