Myndarøð: Fleiri hundrað fólk vitjaðu Landsverk

Eingin veit nágreiniliga, hvussu nógv mundu støkka inn á gólvið á Tinghúsvegi 5 fríggjakvøldið undir Mentanarnáttini, tá Landsverk somuleiðis hátíðarhelt 70 ára stovningardagin við eini áhugaverdari, afturlítandi framsýning og stuttligum spølum fyri børnini. Men at talan var um nógvar hundrað gestir, valdar ikki nakar ivi um.

Og sigast má, at bæði yngri og eldri hugnaðu sær hetta frálíka mentanarfríggjakvøldið í høvuðsstaðnum.

Børnini, sum royndu seg við fjarstýrdum bilum og at byggja torn úr trækubbum, høvdu møguleika fyri at vinna ein kassa við legokubbum. Her gjørdust hepnu vinnararnir, Mira M. Brøðraberg og Oliver Sirkovsky.