Munnligur fyrispurningur um føroyska laksin - lívfiskin
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer mikudagin 22. februar 2017 at seta ein munnligan fyrispurning (§ 52) til Poul Michelsen, landsstýrismann í Uttanríkis- og vinnumálum, um føroyska laksin - lívfiskin
Fyrispurningar til landsstýrismannin:
1. Hvussu gongur við ætlanini at fáa sett gongd á aftur kynbótaarbeiði og rognaframleiðslu,
grundað á føroysku laksastammuna?
2. Nær kann væntast, at kynbótaarbeiðið og rognaframleiðslan verður sett í verk?
3. Hvussu er við játtan til endamálið?
Magnus Rasmussen vísir í sínum viðmerkingum til fyrispurningin á, at seinasta heyst setti hann landsstýrismanninum ein § 52 a fyrispurning viðvíkjandi tí føroyska laksinum – lívfiskinum.
Í svarinum til fyrispurningin segði landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, at Bakkafrost, Fiskaaling og væntandi eisini Heilsufrøðisliga starvsstovan skuldu gera metingar av um til ber at taka upp aftur kynbótaarbeiði og rognaframleiðslu, grundað á føroysku laksastammuna.
Av svarinum kundi skiljast, at landsstýrismaðurin var jaliga sinnaður at fáa hetta sett í verk.
Magnus Rasmussen sigur víðari, at nú nakrir mánaðir eru frálidnir, so kundi hann hugsað sær at vita, hvussu gongur við hesum máli, sum hann metir hevur alstóran týdning fyri føroysku alivinnuna framyvir. Eisini gongur tíðin undan, tí seinastu laksarnir av føroysku stammuni svimja á Skálafjørðinum og verða - sum skilst - slaktaðir seinni á ár.
Magnus Rasmussen vónar, at landsstýrismaðurin ger skjótt av og fær sett hetta í verk, tí rognaframleiðsla og kynbótaarbeiði, sum er grundað á føroysku laksastammuna fer m.a. at viðføra:
• Lægri váða fyri at innflyta sjúku
• Betri leveringstrygd
• Førleikamenning
Sambandsflokkurin