Mundi mist lívi á sjúkrahúsunum tvær ferðir av kleyvarskapi

Opið bræv við klagum til Heilsumálaráharran og Heilsumálaráðið.



Í
aug. mðr. varð eg innlagdur á Landssjúkrahúsið og P40 uttan vit og skil
(maniskur). Men har eg av røttum átti at fingið hjálp, so eg aftur kundi blivið
við míni fullu fimm, fekk eg deyðan at síggja í eyguni tvær ferðir, tí
personalið ikki røkti sínar skyldur. Tað einu ferðina varð eg uttan vit og
uttan nakað verju lagdur í song, við tí úrsliti, at eg fall eftir rommum úr
henni og lendi við andlitinum niður í steingólv. Tenn singuleraðu eftir
gólvinum, eyguni hóvnaðu, og eg gekk út sum eitt ljós. Lívið kom bert aftur við
intensum kunstigum andadrátti. Men skaðarnir í høvdunum vóru og eru har.
 

Men
sum um hetta ikki var nokk, so mistu starvsfólkini meg á gongutúri millum
sjúkrahúsini, so tað, ið ikki hevði verið til tá, var nú fullgjørt: knúst høvd
og enn einaferð mistan andadrátt. Kunstigur andadráttur á øðrum sinni, og so í
respirator. Eg spyrji bara, kann tað vera rætt 2 ferðir, at steðga lívinum hjá
einum maniskum sjúklingi, ið er komin á sjúkrahúsið, at søkja sær heilsubót?
Tað er bara so langt úti, at orð ikki finnast fyri tí.
 

At
verða avlívaður av ovsketni – og tað tvær ferðir innan fyri fáar dagar á einum
sjúkrahúsi í Kongaríkinum, tað mann verða óhoyrt.

Eg
havi klagað til heilsumálaráðið, men burtursæð frá einum sluturi fyri einum
slatur, og einari telfon íð spælir tónleik út í eitt (tí tey kenna mannin og
ørindini). Í dag fekk eg tó at vita, at eg skuldi ringja til 73 40 31, men tað
var heilt til grin, tí nevnda tlf. ringdi bara út ferð eftir ferð. Spæla grýla
í ótíð.

Hvat
sigur Heilsumálaráðharrin til slíkt liv, ið annars fer óátalað aftur við
borðinum? Hetta er lív og heilsa, ið spælt verður klovnaspøl við, meðan
heilsumálaráðið spælir telfontónleik, sum lurtarin kann stinga skrátt upp ella
verður stillaður til tlf. 73 40 31, men klagaraeksperturin, er bara ikki at
hitta, vælsaktans tí hon leyg um, at hon hevði sent klagaravegleiðing fyri viku
síðani. Hann er enn ikki komin fram. Og telefonin er deyð, tá eg ringi. Tit
kunnu kanska royna.

Vónandi
kann heilsumálaráðharrin skaffa mær ein ókeypis sakførara, ið hevur neyðuga
vitan og áræði at taka sær frammanfyristandandi og fáa skil á. Eg takki fyri
allan stuðul, ið fer at vísa seg.

Dagfinnur
Danbjørg.