Móttøkuhúsið opið fyri almenninginum
Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu er vanliga bara opið fyri almenninginum Mentanarnáttina og á ólavsøku.
Men nú so nógv hevur verið gjørt burturúr serstøku húsunum, sum annars sjáldan fáa nakra umrøðu, so eru fleiri, sum kundu hugsað sær at síggja hesi sjáldsomu og virðiligu hús.
Borgarstjórin hevur tí avgjørt at hava opið hús í Móttøkuhúsinum leygar- og sunnudagin komandi.
Opið verður báðar dagarnar millum kl 14 og 16 og øll eru hjartaliga vælkomin. Borgarstjórin verður sjálvur í húsinum og greiðir frá.