Mótmælisbussar

Í samband við stóra mótmælistiltakið leygardagin 3. desember klokkan 12:00 verða bussar, sum koyra úr Norðoyggjum, Eysturoynni og Norðstreymi.


Bussar koyra ókeypis úr Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Toftum, Runavík, Skálabotni, Oyrabakka, Tjørnuvík, Streymnesi, Hósvík, Kollafirði og Vestmanna.


Vit byrja á Farstøðini kl 12:00 – og vænta eisini, at nógvir suðuroyingar og sandingar eru komnir við Smyrli og Teistanum, sum ávikavist fara av Krambatanga og Skopun kl 09:30


Ferðaætlan


Bussur koyrir úr Klaksvík kl 10:00


Bussur koyrir frá Muntra í Fuglafirði kl. 10.30


Bussur koyrir frá húsinum hjá Leirvíkar Arbeiðarafelag kl. 10.10


Bussur koyrir frá Gøtugjógv ( Gøtuvegur 17) kl. 10.20


Bussur fer av Toftum kl. 10.00 og steðgar í Runavík og Skálabotni


Bussur fer úr Tjørnuvík 10:00, koyrir av Oyrabakka kl 10:30 og støðgar í Streymnesi, Hósvík og í Kollafirði á veg til Havnar


Bussur fer av keiini í Vestmanna kl. 10:30


Bussur fer úr Sørvági kl 10:30 og tekur fólk við úr Miðvági og Sandavági


Avtalað verður í bussinum nær teir koyra heim aftur !** Øll mótmælisfólk eru vælkomin við bussunum, sum eru ókeypis.