Moody’s broytir útlitini til støðug og gevur somu rating, Aa3


Ratingfyritøkan Moody’s kunngjørdi seint í gjárkvøldið
teirra meting av Føroyum. Føroyar varðveitir ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta
rating av 21 møguligum. Men samstundis eru útlitini broytt frá at vera negativ
til at vera støðug.

Orsøkin til at útlitini eru betrað eru sambært
ratingfyritøkuni:

-         
Ein úrslitagóð ætlan at minka um hallið á
fíggjarlógini

-         
At skuldin væntandi fer at minka eftir 2016 og

-         
At búskapurin er sterkari, millum annað orsaka
av vøkstur í BTÚ og lágum arbeiðsloysi

Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating eru, um
fíggjarlógin aftur kemur í langtíðar javnvág, at skuldin minkar til støðið
undan heimsfíggjarkreppuni og um Føroyar vórðu minni tengd at stuttíðarfígging.

Hinvegin eru viðurskifi, sum kunnu geva Føroyum eina verri
rating, um hallið á fíggjarlógini ikki verður burtur, um skuldin veksur nógv
meira, um viðurskiftini við Danmark versna og um onkur óheppin skelkur rakar
fiskivinnuna.

















Tíðindaskrivið frá Mooyd’s er lagt hjá.