MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT upplestur, tónleikur og myndlist

Orð: Lív Maria Róadóttir Jæger (FO)


Tónleikur: Lasse Thorning Jæger (DK)


Myndlist: Hanni Bjartalíð (FO)


LP-plátuútgáva fríggjakvøldið 4. juli 2014 klokkan 20 Steinprent, Skálatrøð 16, Tórshavn.


Mítt navn við hondskrift: ein verkætlan, sum umfatar upplestur, tónleik og myndlist. Í samstarvi við grafiska verkstaðin Steinprent kemur út eitt avmarkað upplag, 80 eintøk, av LP-plátuni á 180 grams vinyl, við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stutt-prosatekstum.


Tónleikurin: upptøkur av rødd, realljóðum og gittar - modulerað og útsett í ljóðredigeringsforriti. Rá-upptøkurnar eru gjørdar í einari íbúð á 5. hædd á Vesterbro í Keypmannahavn og í einum strátaktum húsum á Fanø.


Lasse Thorning Jæger lesur elektroniskan tónleik og ljóðlist á Syddansk Musikkonservatorium, og er bú-sitandi á Fanø.


Tekstirnir: 10 stuttprosatekstir á føroyskum. Tekst-irnir hava staðið í Vencil - tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum.


Lív Maria Róadóttir Jæger er mag. art. filosofi og búsitandi á Fanø.


Húsi/myndlist: Hanni Bjartalíð hevur, við íblástri frá tónleikinum og tekstunum, gjørt ein upprunagrafiskan húsa. Hanni Bjartalíð arbeiðir og er búsitandi í Finnlandi.


Master: Emil Thomsen/ET Mastering í Aarhus hevur mastererað vinyl- og digitalútgávuna.


LP-plátan: verður at fáa til keyps í Steinprenti.


Digitala útgávan: verður tøk millum annað á iTunes og Amazon frá 4 juli.


Stuðlað hava Mentanargrunnur Landsins og Norðurlandahúsið.