Mistu vatnið í morgun

Stórur partur av miðbýnum og økið úti í Hornabø misti vatnið um 7-tíðina í morgun. Orsøkin var eitt tekniskt brek við einum sonevndum reduktiónsventili uttanfyri SMS í R.C. Effersøesgøtu.


Fólk frá vatnverkinum vóru skjót á staðnum, og nakað áðrenn kl. 8 var vatn aftur í kranunum.


Kelda: www.torshavn.fo