Mistreysti skapar ongan trivna

At “reka kommununa bíliga og effektivt” kann ongantíð vera einasta endamál í sjálvum sær. Okkara stóra avbjóðing er tvørturímóti at motivera og aktivera, at skapa virksemi, at gera íløgur og byggja út og menna okkara tænastuveitingar fyri at fáa vinnu og borgarar at trívast í býnum.


---


Annfinn Brekkstein tykist ótroyttiligur í síni roynd at sáa mistreysti í borgarar í Tórshavnar kommunu. Nú eru viðmerkingarnar hansara tó bara politiskar, ikki faktuellar. Endamálið tykist vera at trútta niður í fólk, at “økt skuld minkar um møguleikarnar fyri at lækka skattaprosentið”, sum hann tekur til.** Hetta er sjálvandi rætt isolerað sæð, men hetta er ikki støðan í Tórshavnar kommunu. Lánini hjá Tórshavnar kommunu forða ikki fyri, at skattaprosentið lækkar aftur. Tað er bert ein spurningur um raðfestingar. Sum áður nevnt, so er rakstrarstøðið ikki stórvegis broytt farnu árini, hóast fleiri nýggjar tænastur. Heldur eru tað íløgurnar, sum hava sveiggjað.


Hækkaða skattaprosentið er, sum fleiri ferðir víst á, farið at gjalda íløgur í eldarøkið, fyrst og fremst Boðanesheimið. Hetta var tað, sum borgarar í kommununi fingu at vita, og hetta er tað, sum er gjørt.


Eitthvørt lán fer inn í gjaldførið. Tað er tað góða gjaldførið og góðar avtalur um kassakredit, sum hava gjørt tað møguligt hjá kommununi at bíða við at taka lán til 2012 – eitt lán, sum er partur av fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2010.


Íløgur heldur enn afturhald


Ja, kommunan hevur havt yvirskot farnu árini. Hetta hevur sitandi samgonga valt at lata fara útaftur í samfelagið – serliga soleiðis sum tíðirnar hava verið við búskaparligum aldudølum. Kommunan hevur valt at gera íløgur í undirvísing, byggibúning og trivna og at halda virkseminum uppi, so borgararnir hava merkt sum minst til kreppu.


Eg veit ikki, hvørjar íløgur, Annfinn Brekkstein vildi verið fyriuttan. Vit hava bygt skúlan við Løgmannabreyt, Skúlan á Argjahamri, umvælt og útbygt Eysturskúlan eitt nú við Nám X, útbygt Kollafjarðar skúla, gjørt smábarnaskúla hjá Sankta Frans, bygt fimleikahøll í Gundadali, bøtt um ítrottarhøllina á Hálsi og í Hoyvík, útbygt fótbóltsvøllin á Argjum, bygt Boðanesheimið og gjørt stórar íløgur í byggibúning, bæði til privat og vinnulív, útbygt havnalagið og gjørt stórar ábøtur og útbyggingar á kloakkir og vegakervið í kommununi. Vit hava endurnýggjað barnagarðarnar, vit hava sett av til Musikkskúlan, Stadionøkið og nýggjan Svimjihyl.


Alt hetta kemur arbeiðsmegini og borgarunum til góðar. Yvirskotið hjá kommununi hevur síðstu farnu fýra árini ikki svarað til 200 mió. kr. So tað hevði ikki borið til at sloppið undan at tikið lán fyri at kunna gera hesar íløgur, ella hevði verið neyðugt at bíða í mong ár.


Lántøka er tí ikki bara av tí ringa, men er ofta neyðug, til tess at reka okkara virksemi. Og í mun til restina av landinum hevur Tórshavnar kommuna ikki høgt skattatrýst. Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu er 20,75%. Meðalskattaprosentið fyri landið er 21,34%. Um hugt verður at meðalskattaprosentinum fyri tær stóru kommunurnar, so er tað nærri teimum 22%.


Bíligur rakstur = status quo


Fólkaminkingin er ein avbjóðing, sum er eri samdur við Annfinn Brekkstein um. Men har er nógv annað enn skattaprosentið, sum spælir inn. Tí ger kommunan alt hon orkar, fyri at gera íløgur og skapa tær umstøður, sum gera, at fólk trívist.


Annfinn Brekkstein kundi bara sum eitt uppskot heldur nýtt sína politisku orku til at ávirka sínar politisku partamenn í landsins leiðslu at stuðla undir framtíðarvisjónir fyri høvuðsstað okkara, sum t.d. ein depil fyri gransking og hægri útbúgvingar í høvuðsstaðnum, og at virðvirka til at gera tað bíligari hjá fólki at fíggja sín egna bústað.


Tað sigur mest av øllum nakað um politisku ambitiónirnar hjá Annfinn Brekkstein, tá hann staðfestir, at “strategiska avbjóðingin” hjá Tórshavnar kommuna er at “reka kommununa bíliga og effektivt”. Tað kann ongantíð vera einasta endamál í sjálvum sær. Strategiska avbjóðingin er hinvegin at motivera og aktivera, at skapa virksemi, at gera íløgur og byggja út og menna okkara tænastuveitingar fyri at fáa vinnu og borgarar at trívast í býnum, og samstundis tryggja, at kommunan verður rikin skynsamt, og tað er júst tað, sum hevur verið og er endamálið hjá sitandi samgongu í Tórshavnar býráði.


Nevndu íløgur og avleidda virksemið hava skapt arbeiði til hundraðtals arbeiðsmenn, handverkarar, verkfrøðingar og arkitektar, sum annars høvdu gingið arbeiðsleys ella flutt av landinum. Tí seta vit eisini av til framtíðina fyri áhaldandi at tryggja hesum virksemi.


Nevnda virksemið skapar ikki bert arbeiði til hundraðtals hendur, men er samstundis við at skapa tann trivna, vit ynskja fyri okkara smæstu, okkara ungu og okkara gomlu, okkara ítróttarfólk, listafólk og ikki minst okkara vinnu.


Ongin orsøk er til at sáa mistreysti og skapa eina ræðumynd, sum ikki er til.


Heðin Mortensen,


Borgarstjóri