Mistonktur í neyðtøkumálinum avhoyrdur

Í samband við eitt mál um neyðtøkuroynd av einari ungari kvinnu,
mikukvøldið tann 30. september 2015, hevur politiið í dag haft
telefon samand við ein mistonktan í neyðtøkumálinum.



Viðkomandi, sum í løtuni er staddur uttanlanda, hevur játtað seg
sekan, men hann verður avhoyrdur nærri til málið, tá hann er aftur í Føroyum í
viku 43.

Politiið takkar øllum, sum hava vent sær til politiið í samband
við kanningina av málinum..

Pressutalsmaður: Jón Klein
Olsen, varapolitiinspektørur