Minnisvarðin í Leirvík

Sum flest fólk hava sæð, og kanska serliga borgara í Leirvík, so er ein partur av økinum við minnisvarðan í Leirvík tikin burtur. Hetta er gjørt í samband við vegin, sum verður gjørdur til Norðoyatunnilin, og sum gongur framvið økinum, har minnisvarðin stendur.


Tað verður gjørdur ein skráði frá nýggja vegnum, upp móti minnisvarðanum. Fyri at gera skráðan, so er neyðugt hjá Landsverk í fyrstu atløgu at koma inn á økið hjá minnisvarðanum. Tá skráðin er gjørdur, verður lendigjørt gjørt aftur, og garðurin settur uppaftur áleið har, hann stóð áðrenn.


Arbeiðið kemur ikki at hava nakara ávirkan á sjálvan minnisvarðan. Arbeiði við landsvegnum til Norðoyatunnulin kemur at standa við alt hetta árið.


Kelda. www.eysturkommuna.fo