Minni at fáa av svartkalva í ár

Magnus Heinason hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2020. Hesar kanningar hava verið gjørdar á hvørjum ári síðani 1995. Á hesum túri verður útbreiðslan av svartkalva kannað í kantinum á føroyska landgrunninum.

Troldýpið liggur ímillum 400 og 500 metrar. Her er temperaturin vanliga lágur - um 1-2 stig celsius. Hetta er hiti, sum svartkalvi trívist í. Í ár var minni at fáa enn undanfarin ár. Miðalveiðan um tíman árini 1995-2020 er 117 kg/t (mynd 1). Í 2020 var veiðan 65 kilo um tíman. Hetta er helvtina minni enn miðal.

Í summum førum var hitin í sjónum, niðri við botn, væl hægri enn hann plagar at vera. Hetta kann vera ein orsøk til, at so lítið var at fáa av svartkavla.

557 nytrupør vóru tikin, av teimum vóru 435 nytrupør frá svartkalva. 109 magar vóru kannaðir, av teimum vóru 91 svartkalvamagar. Høvuðsføðin hjá svartklalva var svartkjaftur.

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

Fróði Skúvadal ( frodis@hav.fo)