Míni hjartamál

Eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Sjálvstýri.

Hetta geri eg tí hesin flokkur vil, at vit skulu seta tað sjálvstýri í verk, sum vit hava rætt til.

Tí skulu vit hava okkara egna hervald. Hóast tað ikki verður stórt, kann tað forða útlendskum ófriðarkroppum at gera okkum ónáðir. Vit kunnu ikki líta á, at fremmandir hermenn verja okkum nóg væl.

Somuleiðis skulu hava egna løgreglu.

Vit skulu hava okkara egna hægstarætt.

Ferð eftir ferð hava vit sæð hvussu nógvar vanlukkur danska fíggjareftirlitið hevur gjørt okkum. Seint fara vit at gloyma nitiárini, tá hesin stovnur rak fleiri túsund av landsmonnum okkara í útlegd. Eitt sjálvstøðugt fíggjareftirlit er tí eitt av mínum hjartamálum.

Okkara stjórn hevur rætt til at taka avgerðir á jøvnum føti í uttanríkispolitiskum málum saman við donsku stjórnini. Hetta hevur danska stjórnin forðað og er tí eitt nú farin upp í kríggj ímóti okkara vilja. Slíkt vilja vit ikki lata okkum lynda

Ógreitt er, hvør eigur ta almennu jørðina í Føroyum. Nógv av henni er nú óðalsjørð annaðhvørt sum traðir ella grundstykki. Framvegis er ein helvt eftir, sum danska stjórnin kanska eigur. Einki forðar okkum at gera hesa jørð til óðalsjørð. Tá slepst undan tí vanda, at eitt fremmand ríki hertekur okkara land og nápar statsins jørð frá okkum. Eftir fólkarættinum kann eitt hersetingarvald taka almenna ogn, men ikki tað einstaklingar eiga. Hetta er eitt álvarsmál, sum vit mugu greiða sum skjótast.

Tíverri er skatturin á láginntøkunum hægri hjá okkum enn í teimum londum, vit fegin vilja samberast við. Skattatrýstið fevnir ikki bert um beinleiðis skatt, men eisini um eitt nú meirvirðisgjald. Tann, sum byggir eini hús, verður tí raktur sera meint. Umráðandi er tí at lætta um skattabyrðuna, sum tey á teimum niðastu rókunum í okkara landi knugga undir.

Zakarias Wang

Valevni Sjálvstýris