Mín jólabók 2012: Fá íblástur og hugna!

Hevur tú hug at hugna tær saman við familjuni myrku tíðina upp undir jól? Við Míni jólabók 2012 fært nýskrivaðar søgur, hugskot til ítriv og uppgávur at loysa


Jólabókin í ár er eins og undanfarin ár á tremur við góðum, nýskrivaðum søgum og yrkingum, og spennandi, hugnaligum ítrivi at gera til jólar.


Kalendarabók um tú vilt


Teir 24 partarnir í Míni jólabók gera hana til eitt gott alternativ til pakkakalendaran, tí hvat er ein betri gáva enn ein hugnalig løta saman við einari góðari søgu, stuttligum uppgávum at loysa ella spennandi ítrivi?


Roynd og óroynd


Jólabókin hevur altíð verið ein bók, har bæði nýggj og óroynd listafólk sleppa at royna seg, men so sanniliga eisini góðir gamlir kenningar - og soleiðis er eisini í ár.


Millum tey meira rutineraðu eru Edward Fuglø, Alexandur Kristiansen og Sólrun Michelsen. Eitt av óskrivaðu bløðunum í jólabókahøpi er 18-ára gamla Marjun Reginsdóttir, sum á fyrsta sinni roynir seg sum teknara í Jólabókini. Marjun hevur sín heilt egna stíl, sum er inspireraður av Pokemón - fittu og sermerktu teknifilmafigurunum úr Japan.


Mín jólabók


88 bls./innbundin


Bókadeild Føroya Lærarafelags