Hvussu leingi aftrat skulu høgraradikal og fimtukolonnufólk hava loyvi til at seta politisku og fíggjarligu kósina?
Nær hava vit fingið nokk av øktum høgraradikalum stættamunstiltøkum og útlendskari uppíblanding í innanlanda viðurskifti?
Allastaðni kring knøttin hava fólk gjøgnum mong áratíggju barst - og í milliónavís latið lív - fyri tjóðskaparligum, politiskum og fíggjarligum frælsi praktiserað í einum solidariskum anda.
Og hóast stríðið hevur viðført ovurstórar líðingar fyri mong, so hevur kostnaðurin ikki verið mettur at vera ov høgur, tá stríðið at enda hevur ført á mál.
Men hvat við okkum?
Nær fara vit at kunna siga, at málið er rokkið? At tað eru vit, ið eiga fullan ræðisrætt í egnum landi? Og nær fara vit effektivt at steðga teimum høgraradikalu og teirra fylgisneytum, ið halda, at teir kunnu skalta og valta við fólksins ognum - sum teimum lystir - við grefligum stættarmunum til fylgi?
Frælsi, javnaður og solidaritetur má og skal í hásætið eisini í okkara landi. Men tað krevur av okkum, at vit vísa høgraradikalum og fimtakolonnu virksemi vetrarvegin og inn í tað myrkri, ið er - og til allar tíðir hevur verið - teirra upphav.
Hetta megna vit at gera - bert vit vilja -, og hetta hava vit skyldu til at gera bæði fyri okkara egnu, men so sanniliga eisini fyri okkara eftirkomarar skuld, ið sjálvandi sum føðingardagsgávu eiga at arva eitt frælst land á solidariskum grundarlagi. Betri gávu kunnu vit ikki geva teimum.
Kostnaðurin er, at vit - hvør ið sær - taka lógvatak saman og gera tað vit kunnu, tí so náa vit málinum. Tað nýtist ongum at ivast í. Latum okkum tí - av nevndu orsøkum - heldur byrja frælsis- og solidaritetsstríðið í dag enn í morgin og ikki helma í, fyrrenn vit eru komin á mál.
Dagfinnur Danbjørg.