MIF - FÆRØ MARCH 2012 Kristi himmalsferðardagur 17. maj 2012 kl 14:00.
TÍÐINDASKRIV FRÁ MIF: Hetta er 36. og seinasta ferðin at ítróttarfelagið í Mjørkadali skipar fyri gongutúri eftir Oyggjarvegnum úr Havn og niðan í Mjørkadal. Tiltakið kalla vit MIF FÆRØ-MARCH 2012, og er dagurin í ár settur til hósdagin, Kristi Himmalsferðardag, 17. mai.
Øll eru vælkomin.
Ikki er neyðugt at boða frá luttøku frammanundan ella innan farið verður avstað. Tað er bara at møta upp. Øll kunnu vera við - børn, familja, vinir og kenningar.
Gongutúrurin, sum er 15 km langur, byrjar við Keypssamtøkuna í Hoyvík 17. mai kl 14:00 og endar í seinasta lagið kl 18:00 í Mjørkadali.
Gingið verður hesa leið: frá Keypssamtøkuni í Hoyvík, eftir Vegnum Langa, Óluvugøtu, Sundsvegnum, Norðari Ringvegi, Oyggjarvegnum og til Mjørkadals.
Meðan gingið verður skulu allar ferðslureglur haldast. Tað merkir at gingið og runnið verður í vinstru vegsíðu, eisini har ongar gongubreytir eru.
Á leiðini fæst ókeypis vatn og kaffi. Sjokuláta og sodavatn kann keypast.
Tá komið er til Mjørkadals, ber til at keypa pylsur og breyð, og okkurt at leska sær við. Haraftrat verður diplom handað. Hetta er prógv fyri, at tú hevur verið við í gongutúrinum.
Skipað verður fyri flutningi úr Mjørkadali og oman til Havnar fyri tey, sum ynskja tað.