Miðsummarbál við bryggjudansi í Funningsfirði

Leygarkvøldið 23. juni verður stórt summartiltak við bryggjuna í Funningsfirði. Tiltakið byrjar kl. 21 tá klárt er at grilla. Stórar felags grillir verða settar upp á økinum, har høvi m.a. verður at keypa sær pylsur og búffar at koyra á grillina.


Síðan flytir Torbjørn Jacobsen fram røðu. Á skránni verður eisini felagssangur og Eysturoyar dansifelag kemur at kvøða. Aftaná verður bryggjudansur við Eager to Please.


Bygdafólkið í Funningsfirði bjóðar øllum vælkomin til hugna- og grillkvøld.