Miðrás – her verða teir komandi landsliðsleikarar klæktir. Teir koma úr øllum landinum, fara at ganga í skúla í Kommunuskúlanum í Havn, og fara at venja fótbólt í Gundadali frá morgunstundini av undir best hugsandi umstøðum.
Í sambandi við at nýggj verkætlan - ein roynd at flætta fótbólt og undirvísing í gerandisdag næminganna í einum 9. flokki – nú er sett í verk, beyð Kommunuskúlin vegna stigtakararnar at koma og heilsa uppá næmingarnar, umboð fyri venjararnar, lærarar, leiðslu skúlans og stigtakarar í Gundadali í morgun.
Har kundu gestirnir á fyrsta sinni síggja evnaríku dreingirnar fara til verka á fótbóltsvøllinum í hesi nýggju verkætlanini saman við Jan Dam, venjara. Hetta er eitt royndarár, og hesaferð eru dreingirnir tilmeldaðir eftir áhuga – men hugsandi er, at talan í framtíðini verður um eina upptøkuroynd, um tilgongdin verður stór.
Átakið ”Miðrás – fótbóltur og skúli” lýkur treytirnar í fólkaskúlalógini sambært fyriskrivaðum námsætlanum. Lærugreinirnar eru føroyskt, enskt, danskt, týskt, støddfrøði, alis- og evnafrøði, søga/samtíð, kristni og lívfrøði/ítróttaástøði.
Men so er aftrat fótbóltur á skránni hvønn fyrrapart. Annars er vanligur skúladagur fram til 14.30, og leksiukafé er opin allar seinnapartar til tess at stytta um heimaarbeiðið.
Á Miðrás er talan um eina serskipan, har fótbóltur stendur á tímatalvuni hvønn fyrrapart. Hesir tímar eru burturav til likamliga íðkan, elvandi vælveru og fótbóltsvenjing, eisini ástøðiliga. Umstøðurnar eru tær best hugsandi.
Miðrás er ætlað teimum, sum ynskja at verða partur av einum gerandisdegi við dagligari fótbóltsvenjing í víðastu merking – og fólkaskúlapróvtøku í eini heild.
9. flokkarnir í Kommunuskúlanum fara í heysthálvuni á samansjóðingarferð. Í vetrarhálvuni fer Miðrás á seturskúla í Føroyum og á námsferð út í heim, har møguleiki verður fyri at vitja onkur stór fótbóltsfeløg.
Miðrás húsast í Gundadali og í Kommunuskúlanum í miðbýnum. Umstøðurnar hjá næmingunum eru einastandandi góðar. Tórshavnar kommuna stuðlar átakinum, júst við at tryggja, at karmarnir eru í lagi, var ein av staðfestingunum hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, tá hann heilsaði upá mæmingarnar í morgun.
Millum teir ungu tóktist ongin ivi vera, at skipanin fór at gera, at teir bestu sum frá leið fóru at venja saman, at hetta fór at føra til størri professionalitet, betri fysikk og eitt umhvørvi við einum góðum sosialum lívi við síðuna av venjingini.
Fleiri halda, at hetta eisini minkar fráflyting, tí færri flyta av landinum at venja og útbúgva seg. Hópurin telur fleiri av evnaríkastu undgómsleikarunum í Føroyum, og at hesir fara at mynda føroyskan landsliðsfótbólt komandi árini.
Millum tey luttakandi í morgun var eingin ivi um, at hetta var byrjanin til nakað stórt bæði fyri ítróttin og skúlaskapin. Dreymurin hjá fleiri um Tórshavn City Sports Academy varð nevndur av fleiri. Umstøðurnar eru har – Gundadalur nøktar innanfyri ein radius av nøkrum fáum hundrað metrum allan tørv til at fara í gongd við eitt ítróttaakademi….