Á lista Miðfloksins til Býráðsvalið í høvuðsstaðnum eru seks valevni. Trý teirra hava ikki áður stillað upp til Býráðið, tey bæði umboðini fyri Ungmannafelag floksins, Dánjal Mouritsson Joensen og Rani Andrasson Skaalum, og Arnfinn á Birtuni.
Ein kvinna, Charlotta á Váli Olsen, er á listanum hesaferð, umframt floksskrivaran, Frank Jacobsen, og formann Miðfloksins, Jenis Kristjan av Rana.
Til seinasta løgtingsval fekk Miðflokkurin 712 atkvøður í Suðurstreymi, og skuldi grundarlag tí verið fyri at fingið umboð valt í Býráðið, sigur Miðflokkurin frá í tíðindaskrivi.