MIÐBÝURIN Í FÓTBÓLTSHÝRI

Miðbýurin var í allan gjár merktur av, at dystur skuldi vera millum Føroyar og Týskland.


Lagið í býnum hevur verið gott í dag, og spenningurin hevur verið stórur til dystin millum Føroyar og Týskland. Nógvir týskarar vóru at síggja - bæði áskoðarar og miðlafólk. Í sambandi við fótbóltsdystin beyð Heðin Mortensen, borgarstjóri, umboðum fyri týska og føroyska landsliðið, UEFA og týskan sendiharra til miðmála í móttøkuhúsinum.


Myndirnar eru tiknar eftir miðmálan í móttøkuhúsinum.


Á myndini síggajst Wolfgang Niersbach, forseti í týska fótbóltssambandinum, Christian Andreassen, forseti í FFS, borgarstjórin, forkvinnan í mentamálanevndini, løgmaður og umboð fyri UEFA.