Fólkatalið 1. apríl 2012 var 48.339, ið er 197 fólk færri enn 1. apríl 2011.
• Í hesum 12-mánaðar skeiði vórðu 573 børn fødd, meðan 363 fólk doyðu.
Burðaravlopið var sostatt 210.
• Samstundis fluttu 1.701 fólk av landinum, meðan 1.294 fluttu til Føroya, ið gevur eina nettoflyting av landinum á 407 fólk.
Tann skeiva gongdin í fólkatalinum tykist at halda fram og heldur versna enn batna. Orsøkirnar eru tvær: burðaravlopið (avlopið millum fødd og deyð) minkar alsamt og er nú metlágt. Samstundis heldur fráflytingin fram og heldur økist enn minkar.
Fráflytingin hevur aftur negativa ávirkan á burðartalið, tí hon serliga tekur burtur av teim ungu kvinnuættarliðunum, har burðartíttleikin er nógv størstur. Tá hetta heldur fram í fleiri ár, fer gongdin inn í eina ringrás, har minkandi tal av kvinnum í bestu burðarføru aldrum føða færri børn, sum aftur ger at tilgongdin av nýggjum kvinnuættarliðum verður støðugt minni.
Hvussu verður í 2012 ber ikki til at siga nakað um enn, tí tann alstóri parturin av fráflytingini fer fram beint eftir summarfrítíðina, tá ungdómurin fer av landinum í stórum tali. Hetta er sama mynstrið ár eftir ár. Sum myndin vísir, er nettoflytingin lutfalsliga lítil hinar tiðirnar av árinum, tvs. At tað er nøkulunda javnvág millum tilflyting og fráflyting. Tann stóri ójavnin er í 3. ársfjórðingi, tá vit fáa ta stóru nettofráflytingina.
Størsta minkingin er í Eysturoy
Hóast heildargongdin líkist, so er munur á, hvussu meint broytingarnar í fólkatalinum raka ymsu høvuðsøkini í Føroyum, sambært talvuni niðanfyri.
• Nettofráflyting er úr øllum økjum, mest úr Eysturoy, Sandoy og Suðuroy og minst úr Vágum.
• Tað er einans í Vágum og Norðoyggjum, at fólkatalið heldur tørn ella veksur eitt lítið vet.
• Í øllum hinum økjunum minkar fólkatalið. Mest í Eysturoynni við 106 fólkum – meir enn helvtin av minkingini fyri alt landið.
• Lutfalsliga er størsta minkingin í Sandoyarøkinum við 34 fólkum, svarandi til -2,5%.
Kelda. www.hagstova.fo