SAMTAK: At samgongan hevur gjørt ein skattligan brølara við pensjónsskattingini skal nú í størri mun at ganga út yvir tey eldru.
Ætlanin um at hækka pensjónsaldurin fleiri ár er burturvið, og byggir ikki á nóg góðar grundgevingar – tvørturímóti. Føroyar hava í fleiri ár havt hægsta pensjónsaldur í heiminum. Um landið hækkar pensjónsaldurin eru útlitini sera góð fyri, at vit varðveita hetta heimsmet.
Tey sum fara av arbeiðsmarknaðinum nú og komandi árini eru flest øll farin út á arbeiðsmarknaðin sum sera ung – eini 14-17 ára gomul. Ein stórur partur av teimum 67 ára gomlu hava sostatt verið á arbeiðsmarknaðinum í upp til 53 ár – hetta skuldi verið nóg mikið til, at tey kunna fara frá við góðari samvitsku, og fáa útgoldið eina almenna pensjón, men hetta heldur ABDH helst ikKi.
Tungt fysiskt arbeiði
Verður pensjónsaldurin hækkaður merkir hetta fyri ein stóran part av føroya fólki, at tað er ikki nóg mikið at vera góð 50 ár á arbeiðsmarknaðinum. Tey sum gerast pensjónistar nú og komandi árini eru farin á arbeiðsmarknaðin í 1950'unum og 1960'unum - t.v.s. tey eru farin á ein arbeiðsmarknað, ið er merktur av tungum fysiskum arbeiði.
Tað sama er galdandi fyri nærum øll tey sum fóru á arbeiðsmarknaðin í 1970'unum og 1980'unum. Tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at tú sært munandi størri fjølbroytni á arbeiðsmarknaðinum.
Samtak leggur dent á, at hava fólk hug og orku at halda áfram við arbeiði eftir at tey eru 67 ár, skulu tey hava loyvi til tess, men tey skulu ikki tvingast til tað. Tað er órímiligt, at fólk sum hava tænt fyri seg síðani tey vóru tannáringar, nú skulu tvingast at arbeiða longri, tí samgongan hevur gjørt nakrar skattligar brølarar. Heldur mugu feilirnir frá desember 2011 rættast.