Merkta grindin úr Bø vestan fyri Reykjanesryggin

Grindin úr Bø, ið var merkt fyri einum mánað síðan, hevur ferðast í ein útsynning, er nú komin vesturum Reykjanesryggin. Hetta er tað vestasta, nøkur merkt grind áður hevur verið.

Grindin úr Havn hevur, eins og grindin úr Bø, hildið kósina í ein útsynning, og er nú komin í økið, har Bø grindin var fyri fýra døgum síðan. Dýpið á leiðini er 2.5000 metrar.

Bjarni Mikkelsen ( bjarnim@hav.fo )