MENTANARVIRÐISLØN M. A. JACOBSENS Í ÁR OG SÍÐANI 1958

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í ár fór til Heðin M. Klein, barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2016 varð latin Beintu Johannesen og Joan Sørinardóttir, og virðislønin fyri mentanaravrik varð latin Eilifi Samuelsen.

Virðislønin hevur verið latin síðani 1958. Yvirlit við øllum, sum hava fingið virðislønina í tíðarskeiðinum, sæst HER: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1558

Fagrar bókmentir
Virðislønin fyri fagrar bókmentir verður í ár latin Heðini M. Klein fyri yrkingasavnið Tað orðið. Nevndin sigur í grundgevingini, at savnið er ein skaldslig rannsóknarferð inn í tað, sum formar og birtir undir tilvitsku okkara.

Barnamentanarheiðurslønin
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2016 varð latin Beintu Johannessen fyri sítt áhaldandi arbeiði at skapa børnum áhugavert tilfar. Nevndin sigur, at Beinta hevur við avriki sínum sýnt, at hon hevur hugflog og fjølbroyttar gávur.

Joan Sørinardóttir fekk barnamentanarheiðursløn fyri bókina "Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat", sum er ein føroysk uppskriftabók. Nevndin sigur í grundgevingunum, at høvundurin við fittum søgum, vøkrum myndum og upplýsandi tilfari hevur megnað at samansjóða eina áhugaverda heild.

Mentanaravrik
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2016 er í ár latin Eilifi Samuelsen. Nevndin sigur, at hann hevur halgað sína tíð sum eftirløntur til at geva okkum klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli. 

”Eilif hevur ríkað okkum við heimspekiligum dýrgripum á móðurmálinum” 

Eingin heiðursløn varð latin fyri yrkisbókmentir í ár.