Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, skrivaðu í dag undir avtalu, har landið fær atgeingi til tey ávísu listaverk bankans, sum verða mett at vera týðandi partur av føroyska mentanararvinum. Eisini fær landið forkeypsrætt til somu listaverk.
Avtalan millum Mentamálaráðið og BankNordik er við til at tryggja, at tær listaognir hjá BankNordik, sum eru týðandi partur av listasøgu Føroya í 20. øld, verða verandi á føroyskum hondum.
Avtalan fevnir um atgeingi til gransking og miðling, um lán av listaverkum til framsýningar og um forkeypsrætt.
Avtalan kemur í staðin fyri ta keypsavtalu, ið Mentamálaráðið og táverandi Føroya Banki undirskrivaðu í mai 2007, um at landið skuldi keypa alt listasavnið hjá Føroya Banka. Keypsavtalan varð gjørd í sambandi við, at Føroya Banki varð seldur, og ynski tá vóru um, at listaverkini ikki vórðu seld saman við bankanum, men vórðu varðveitt sum savn og varði yvir føroyska listasøgu í 20. øld. Henda keypsavtala varð tó ongantíð sett í verk, tí semja varð ikki fingin um fíggjarliga grundarlagið fyri keypinum, og peningur varð ikki settur av á nakrari fíggjarlóg til endamálið.
Mentamálaráðið og BankNordik hava tí samráðst um eina nýggja avtalu, har listaverkini verða verandi ogn bankans, men har landið fær atgeingi umframt forkeypsrætt til ávís listaverk, ið eru mett at vera týðandi partur av føroyska mentanararvinum.
“Eg eri sera fegin um, at vit við hesi avtaluni eru við til at tryggja týðandi part av føroyskari listasøgu og mentanararvi, og at savnsumhvørvið við hesi avtalu fær atgeingi til gransking og miðling av listaognum bankans” sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum. “Listasavnið hjá BankNordik er týðandi partur av listasøgu Føroya í 20. øld, og hevur stóran týdning, ikki bara fyri BankNordik, men fyri allar føroyingar. Hetta er ein partur av okkara felags mentanararvi og samleika”.
“Vit eru greið yvir, at listaverkini hava stóran listasøguligan og mentanarligan týdning fyri føroyingar, og vit vilja tí eisini gera okkara til at varðveita henda partin av mentanararvinum, men samstudnis eru listaverkini ein týðandi partur av samleikanum hjá bankanum, og av stórum týdningi fyri virksemi okkara,” sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, sum eisini fegnast um avtaluna við Mentamálaráðið.
Avtalan kemur í gildi 1. november 2011, tá tey listaverk, ið avtalan fevnir um, eru skrásett í fylgiskjali til avtaluna, og tá fer keypsavtalan frá mai 2007 úr gildi.