Mentamálaráðið ger ikki arbeiðið liðugt

Síðani 2002 hevur landsgrannskoðarin í sínum árligu frágreiðing átalað Løgtingslóg frá 1984 um stuðul til musikkskúlar í Føroyum. Fleiri royndir hava verið at gjørt nýggja musikkskúlalóg, men ikki fyrr enn 10. mai í ár varð nýggj musikkskúlalóg samtykt á tingið og lýst 29. Mai at koma í gildið 1. August 2017. 

Tíðindaskriv frá Musikklærarafelag Føroya

Arbeiðið at gera lógina byrjaðið 4. Desember og tað skuldi ganga skjótt. Uppskotið skuldi verða klárt at koyra oman í Løgtingið longu 1. Februar. Landsstýrismaðurin skal í seinasta lagi 3 ár eftir at lógin er komin í gildið, koma við einari frágreiðing um, hvussu lógin virkar. Nú lógin er farin at virkað, hevur Mentamálaráðið enn ikki kunngjørt nakrað reglugerð, sum fyriskrivað er í nýggju lógini:

“Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um undirvísing og próvtøku sambært stk. 3 og 4 herundir kærur og kærufreistir.“Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri virki musikkskúlastjórans. Landsstýrismaðurin ásetur í samráð við kommunurnar nærri reglur fyri virkið nevndarinnar”. Landsstýriðmaðurin ásetur í samráð við kommunurnar nærri reglur um virki kommunala musikkskúlaleiðarans”.Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virkið hjá Námsfrøðiliga ráðnum”.

Havi fleiri ferð skrivað mail til viðkomandi partar í hesum málið í Mentamálaráðnum, fyrstu verð 2. September. Havi bert fingið eitt sjálvvirkandi svar, datera 22. September frá MMR sum sigur, at musikklærarafelagið hoyrir aftur, um telduposturin krevur málsviðgerð. 16. Oktober hevði MMR longu brúkt líka nógva tíð uppá at smíða reglugerðir til nýggja musikkskúlalóg, sum alt lógararbeiði frá byrjan til endan hevur tikið. Nú pengarnar passa hjá Landsgrannskoðanini og Mentamálaráðnum, vil Musikklærarafelagið eisini gera vart við, at lógin kann ikki virka fullfíggjað, fyrr enn hesar reglugerðir eru settar í verk. 

Vinarliga

Sámal Petersen, formaður í Musikklærarafelag Føroya