Meistararnir settu nýtt met í stigum

Býráðið bjóðaði B36 til eina hugnaløtu í Mullers Pakkhúsi, tá greitt var, at meistaraheitið hesaferð kom til Havnar. Borgarstjórin nevndi í stuttari røðu, at hetta er níggjunda føroyameistaraheitið hjá felagnum, og eftir at gandurin varð brotin í 1997, er hetta tað fjórða í røðini: 1997, 2001, 2005 og nú eisini 2011.


- Síðani vit byrjaðu at skriva eitt 2-tal fremst í árstalinum, hevur Havnin átt níggju av teimum 12 meistaraheitunum, spælt hevur verið um – og tí kunnu vit vera errin av, segði Heðin Mortensen, sum sjálvur sleit sínar barnaskógvar í B36, tí øll barnaárini hevði hann sína dagligu gongd á Abbatrøð, í Vørðsluni, Krókabrekkuni og á Glaðsheyggi, har B36 ráddi.


- Har var einki at tosa um, at hoyrdi tú heima í sovorðnum býlingum, so hoyrdi tú heima í B36 – og soleiðis kom tað eisini at verða hjá mær. Eg skal ikki siga, at tað bleiv tann stóra karrieran, men eg fekk bæði vinir og minnir fyri lívið, og hesin dagurin er eisini ein av teimum stóru hjá øllum B36-arum.


- At B36 so eisini skuldi enda ovast av øllum akkurát í ár, ger tað ikki verri, tí tit hava við føroyameistaraheitinum givið felagnum ta allarbestu gávuna, nú tað fyllir 75 ár. Kappingarárið 2011 fer at standa sum ein minniligur varði, tí hetta var árið, tá øll hini máttu finna seg í at renna aftan á B36, sum hevur verið á odda allan vegin.


- Eftir rakárini í 2009 og 2010 skal hetta vera tykkum so hjartaliga væl unt, og vit eru øll sera fegin um, at vit kunnu sleppa at halda hetta saman við tykkum, segði borgarstjórin, sum legði aftrat, at B36 longu hevur sett nýtt met í stigum, tí higartil hevur einki annað lið fingið 67 stig. Gamla metið átti NSÍ í 2007, sum var 61 stig. 


 Eftir hugnaløtuna í Mullers Pakkhúsi bjóðaði B36 niðan til dans í B36-húsinum, og sjálvandi var sera nógv fólk komið saman í Gundadali.


Kelda. www.torshavn.fo