Meirilutin hittist eftir valið

Javnaðarumboðini, sum eftir valið hava meiriluta í Tórshavnar býráð, hittust nú seinnapartin á Ráðhúsinum.


Á skránni var kunning og prát um støðuna. Nøkur av umboðunum eru nýggj og hava tí ikki havt sína dagligu gongd á Ráðhúsinum.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í stuttari viðmerking, at tey taka sær góðar stundir at meta um støðuna og avtala, hvønn leist tey skulu velja í komandi býráðssetu.