MEIRI UNDANVIND

Nú floyma vallyfti flokkana í stríðum streymi oman yvir okkum øll sum verða dómarar leygardagin.

Vallyfti teirra eru minni verd enn nakar “fuglur á tekjuni”!  

Um nakrar dagar siga teir: Tíverri! Vit komu í samgongu og hinir vildu ikki! 

Ella enn og tryggari: Tíverri ! Vit komu í andstøðu!

Vit lova onki, uttan at vit vilja ávirka nógv viðurskifti “rættan veg”!
 
Eg vil royna at ávirka og arbeiða fyri: 
Ríkjafelagsskapi við Grønland og Danmark. Soleiðis koma vit at ráða viðurskifti okkara. Verður eisini nevnt Frælsur felagsskapur.

At gera alla jørð til ogn aftur! Vit kunnu ikki góðtaka feudala skipan í ár 2019!

At fara undir Grundinntøkutrygd, ella borgaraløn. Henda skipan kann kanska fyrst setast í verk fyri útoyggjar og útpláss! Síðani fyri forsorgarfólk og pansjonistar. Henda skipan verður viðmælt av nobelfrøðingum - bæði frá høgru, miðju og vinstru! 

Vit hava ikki ráð til at avtofta útoyggjar!  Landið er nóg lítið sum er.

Alkohol og rúsevni! Vit skullu hjálpa teimum sum ikki duga at handfara hesi evni! 

Eisini eiga kannabismál at verða heilsumál og als ikki politimál, og soleiðis forða lívsmøguleika hjá summum.

Vit eiga at hjálpa náttúrini við at klekja og seta tosk út á Føroya Banka! Har miseydnast  gýtingin tí havið er vorðið ov heitt.

Vit eiga at fara aftur til SJEY VALDØMI. Verandi skipan er sera vánalig!

FYRIBYRGJANDI  HEILSURØKT. Eiga at fara hesa leið! Verandi gongd er ómettandi!

Fólkapansjonistar  eiga at fáa betri sømdir! Um tey sum hava ovurhonds góðar pansjónstreytir lata fólkapansjón og samhaldsfasta frá sær til tey veikastu, ja so hevði tað muna! 

Betra um fólkaræði. Vit hava sera avmarkað demokrati á mongum økjum. Her liggur nógv á láni!

Rúmsáttari samfelag! Soleiðis at øll koma at trívast betri!

Taka væl ímóti  tilflytarum og ikki flenna eftir teimum sum royna at tosa og læra seg okkara mál!

Taka umhvørvismál í álvara! Vit hava verðinsmet í CO2-útláti rokna á íbúgvar : 1,4 miljón tons árliga. Vánaligt. Her undir hoyra eisini orkumál.

Fara væl um lítla land okkara og ikki oyðsla við byggilendinum.
 
Tað “beinasta” tú kanst gera leygardagin er at velja FRAMTAKIÐ!

Hanus Vang, verkfrøðingur, valevni á lista K