Martin V. Heinesen 25 ára starvsdag

Hin 1. mars 2012 hevði Martin Vang Heinesen av Toftum 25 ára starvsdag á Jarðfeingi/Jarðfrøðisavninum.


Martin tók prógv sum jarðfrøðingur frá Keypmannahavnar Universiteti í februar 1987, og tann 1. mars tók hann við starvinum sum deildarleiðari á Jarðfrøðisavninum, sum tá var deild á Náttúrugripasavninum. Martin tók við eftir Jóannes Rasmussen, jarðfrøðing, og var á henda hátt við til at lyfta ríka arvin eftir jarðfrøðiliga kanningarvirkseminum í Føroyum, sum Jóannes hevði staðið fyri í mong ár.


Uppgávurnar fyrstu árini fevndu millum annað um jarðfrøðiliga kortlegging, jarðfrøðiligar framsýningar, gransking av undirgrundini og ráðlegging í sambandi við tunnilsgerð og við árunum komu avbjóðingar í sambandi við at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini.


Í 1993 varð oljuráðleggingarnevnd sett at fyrireika eina tilgongd móti at búgva Føroyar at fara undir oljuleiting. Martin var limur í nevndini, og virkaði Jarðfrøðisavnið sum skrivstova fyri nevndina.


Tá Oljufyritisitingin varð stovnað í 1993 varð Martin settur sum stjóri har, umframt at vera stjóri á Jarðfrøðisavninum.


Fyrsta útbjóðingarumfar til oljuleiting var hildið í 2000 og Martin var ein av høvuðspersónum í hesi tilgongd. Sama árið varð Jarðfrøðisavnið skipað sum stovnur undir táverandi Oljumálaráðnum.


Martin varð settur sum fyribils stjóri á Jarðfrøðisavninum og frá 1. januar 2003 fastur stjóri.


Í juli 2003 gavst Martin sum stjóri á Jarðfrøðisavninum. Hann ynskti nýggjar avbjóðingar og gjørdist partur av toyminum, tá Føroyar saman við Danmark fóru undir at fyrireika krøv um ytru landgrunsmørk, ið Havrættarsáttmálin hjá ST frá 1982 heimilar strandalondum at gera galdandi.


Martin hevur Føroya vegna staðið fyri náttúruvísindaliga partinum av arbeiðinum. Kravið viðvíkjandi øki norðanfyri varð latið landgrunsnevndini hjá ST, CLCS, í 2009 og kravið fyri økið sunnanfyri í 2011.


Martin virkar í dag sum deildarleiðari á Jarðfeingi, og vit ynskja Martini tillukku við 25 ára starvsdegnum.