Marknaðarføring á Facebook

Hósdagin 23. januar, kl. 15, fer Jákup Justinussen, serfrøðingur innan talgilda marknaðarførslu, at halda fyrilestur fyri limir í Handilsvinnufelagnum við heitinum:
        
          “Hvussu marknaðarføra okkara handil á Facebook?”

 
Fyrilesturin verður í Vinnuhúsinum.
 
Tey, sum ætla sær at koma til fyrilesturin, verða vinarligast biðin um at boða Vinnuhúsinum frá hesum við at senda teldupost til industry@industry.fo ella við at ringja 309900.