Marknaðarførdu Føroyar í Stavanger

Tá stóru framsýningarhølini á oljumessuni lótui aftur seinnapartin í gjár, leitaðu luttakararnir inn í miðbýin og oman á brygguna, har fyritøkur og býir bjóðaðu gestum inn í síni tjøld, til tess at røkja sambond í einum hugnaligum umhvørvi.


Í tjaldinum hjá Tórshavnar og Runavíkar kommunu hava Kunningarstovan í Havn og Atlantic Airways kunningardiskar. Nógv fólk hava vitjað tjaldið og fingið góð ráð um Føroyar sum ferðamannaland.


Serliga føroyski tónleikurin tykist at draga fólk, ið spáka eftir bryggjuni, inn at fregnast í føroyska tjaldinum. Í fyrrakvøldið var tjaldið og økið frammanfyri fult av gestum. Ein altjóða dámur var yvir staðið, har m.a. føroyingar, amerikanarar og italienarar prátaðu og lurtaðu eftir tónleiki, ið Hallur Joensen og Jens Marni Hansen framførdu.