Markleyst vitloysi

Úr arkivinum: Loysingar-politikkur í 1940-árunum. Páll Poulsen, ummælir í Oyggjatíðindi 16. mai 2014.  

Loysingar-politikkur í 1940-árunum


Jákup Thorsteinsson


Loysingarpolitikkur í 1940-árunum


Við serligum atliti at virki Erlends Paturssonar.


Ummæli


Páll Poulsen, skrivar í Oyggjatíðindi 16. mai 2014:


Eitt av høvuðsbrigdunum í søgu er, at tað finst ikki ein ávísur fasittlisti. Søguskriving, tað man kallar framløga, byggir altíð á eina størri samanrenning av dátu, sum aftur eru bólkaði í onnur dátu, og sum síðani eru lyft á eitt abstraktiónsniveau, sum altíð eigur at vera hægri enn sjálv keldan.


Av tí at talan er um abstrakt viðurskifti, krevst altíð at høvundi eins og tann trúgvi lesarin hava eitt minimum av vitan. Keldufrøði er ein disiplin, sum krevur at alt tilfarið verður endavent fleiri ferðir. Tað ber ikki til at siga, at tað stendur har, tá ið okkurt annað stendur aðrastaðir. Tá skal málið kannast til lítar.


Tað keðiliga við illa hagreiddum verkum er, at fólk síðani hava lyndi til at referera til hesar skeivu keldur og skeivu upplýsingar. Tað er grundin til, at ein altíð eigur at vita hvaðani ein hevur upplýsingarnar. Serliga tá talan er um kontroversiellar upplýsingar, men eisini yvirhøvur.


Tá ið tøl í einari søgubók ikki passa, so svarar ólukkan til, at tølini í einari telefonbók ikki passa. Tað ber ikki til at ringja, og fáa fatur í hinum endanum, uttan at tølini eru røtt. Ella vit siga at síðutølini í einari bók eru skeiv, hvussu kann tú so sláa upp í henni?


Keldukritikkur krevur t.d., at høvundin altíð hevur í huga, at tvey pluss tvey er fýra. Í tí kronologiska ber ikki til at seta eitt sitat hjá Olof Palme frá 1968 inn í nakað, Erlendur Patursson, hevur sagt í røðu í 1938. (Bls. 37) Ikki í søgufrøðiligum høpi. Her duga høvundarnir ikki at skilja ímillum eina politiska skrá, ella eina mosaik av einari politiskari samanrenning av óreflekteraðari samtíðar romantiskum sentimentaliteti, sum hoyrir heima í einari ræstkjøtaveitslu, har allir hava fingið ov nógv innanborða. Heldur enn nakað, sum hevur við søguvísindi at gera.


Markleyst vitloysi


Á blaðsíðu 428 stendur ein mynd av Karsten Hoydal, Fríðrikki Hansen, Hanusi við Høgadalsá, og Finnboga Ísakson. Har stendur, at talan er um part av tingbólkinum hjá tjóðveldisflokkinum. Á myndini stendur, at hon er frá 1966, og Ísakson, (sum annars æt Isaksen tá) var ikki tingmaður á Ólavsøku 1966. Tað var Karsten Hoydal, heldur ikki. Hendan eina myndin sigur alt um restina av bókini, sum ikki bert undirminerar trúvirðið hjá tjóðveldisflokkinum, men eisini hjá høvundunum.


Tá ið hetta er niðurlagið í allari bókini, er ikki longur talan um søgu heldur, men um eitt illa hagreitt festrit, sum bert er áhugavert, tí tað er so sera, sera illa frágingið. Mátin tú ikki skal skriva søgu uppá, er allastaðni í hesari bók.


Andsøgnin


Bókin prógvar bara, at tjóðveldisflokkurin er andsøgnin til tað hann var stovnaður til í 1948. Hann er vorðin eitt symptom uppá tjóðveldi, og hendan bókin er eitt symptom uppá eitt festrit. At siga, at Føroyar eru partur av donskum eindarríki, er tað sama sum at taka hugfrøðiliga grundarlagið undan flokkinum.


Á bls. 335 verður Alf Ross eyknevndur og síðani stendur:”Tá ið hann ímyndaði sær støðu Føroya í danska ríkinum.” Og niðast:”landøki danska ríkisins ikki var ásett í donsku grundlógini.” Grundlógin er ikki donsk, men : ”Danmarks Riges Grundlov.” Hetta ger ikki lógina danska, men bert í ímyndingini hjá hesum smáu tjóðveldisknokkum. Talan er um eitt ríki, eina skipan. Ikki ein nationalstat.


Tað finnast bert tveir nationalstatir í Europa, tað eru Portugal og Ísland. Her proklamera teir báðïr róðurgangararnir, Hoydal og Jacobsen, at Føroyar eru partur av donskum eindarstati. Danskir nationalistar halda at Danmarkar ríki er danskt, tí teir vita ikki betur. At vit eru danskir menn, eins og Kløvedal og Rifbjerg. Øll vita vit at tað eru vit ikki, men teir endurtaka hetta, ferð eftir ferð. Hvat skal man halda um slíkt? At nýta eyknevni í samband við politisku skrá Erlend Paturssonar, er sera ódámligt, tí hann var tiltikin sakligur politikari. Hetta gjørdi, at hann var nógv virdur sum politikari, ikki minst av mótstøðumonnunum í sambandsflokkinum.


Niðast á somu síðu mótsiga teir sær sjálvum:”Við tað, at landøki danska ríkisins ikki var ásett í donsku grundlógini (hesa støðu tóku danskir politikarar longu í fyrstu grundlógini frá 5. Juni 1849), “kræves der til den territoriale Ændring ikke Vedtagelse i Grundlovsform”.


Eitt annað dømi um skeiv tøl, er á síðu 388:”til allar tíðir stendur ein grundlógin rist við 5.660 krossum, sum føroyskar kvinnur og menn ristu 14. september 1946”. Á bls. 355 stendur 5650. So hvørjum skal lesarin so trúgva? Og hvørja grundlóg meina teir við?


Eg veit ikki um seinasta orðið er sagt um hesa bók, men sjálvt seinasta orðið á bls. 474 er skeivt stavað.


Kostnaður 349 kr.