Markleyst vitloysi

Loysingarpolitikkur í 1940-árunum


Jákup Thorsteinsson


Loysingarpolitikkur í 1940-árunum


Við serligum atliti at virki Erlends Paturssonar.


Ummæli


Páll Poulsen, skrivar:


Eitt av høvuðsbrigdunum í søgu er, at tað finst ikki ein ávísur fasittlisti. Søguskriving, tað man kallar framløga, byggir altíð á eina størri samanrenning av dátu, sum aftur eru bólkaði í onnur dátu, og sum síðani eru lyft á eitt abstraktiónsniveau, sum altíð eigur at vera hægri enn sjálv keldan.


Av tí at talan er um abstrakt viðurskifti, krevst altíð at høvundi eins og tann trúgvi lesarin hava eitt minimum av vitan. Keldufrøði er ein disiplin, sum krevur at alt tilfarið verður endavent fleiri ferðir. Tað ber ikki til at siga, at tað stendur har, tá ið okkurt annað stendur aðrastaðir. Tá skal málið kannast til lítar.


Keldukritikkur krevur t.d., at høvundin altíð hevur í huga, at tvey pluss tvey er fýra. Í tí kronologiska ber ikki til at seta eitt sitat hjá Olof Palme frá 1968 inn í nakað, Erlendur Patursson, hevur sagt í røðu í 1938. (Bls. 37) Ikki í søgufrøðiligum høpi. Her duga høvundarnir ikki at skilja ímillum eina politiska skrá, ella eina mosaik av einari politiskari samanrenning av óreflekteraðari samtíðar romantiskum sentimentaliteti, sum hoyrir heima í einari ræstkjøtaveitslu, har allir hava fingið ov nógv innanborða. Heldur enn nakað, sum hevur við søguvísindi at gera.


Markleyst vitloysi


Á blaðsíðu 428 stendur ein mynd av Karsten Hoydal, Fríðrikki Hansen, Hanusi við Høgadalsá, og Finnboga Ísakson. Har stendur, at talan er um part av tingbólkinum hjá tjóðveldisflokkinum. Á myndini stendur, at hon er frá 1966, og Ísakson, (sum annars æt Isaksen tá) var ikki tingmaður á Ólavsøku 1966. Tað var Tá ið hetta er niðurlagið í allari bókini, er ikki longur talan um søgu heldur, men um eitt illa hagreitt festrit, sum bert er áhugavert, tí tað er so sera, sera illa frágingið. Mátin tú ikki skal skriva søgu uppá, er allastaðni í hesari bók.


Andsøgnin


Bókin prógvar bara, at tjóðveldisflokkurin er andsøgnin til tað hann var stovnaður til í 1948. Hann er vorðin eitt symptom uppá tjóðveldi, og hendan bókin er eitt symptom uppá eitt festrit. At siga, at Føroyar eru partur av donskum eindarríki, er tað sama sum at taka hugfrøðiliga grundarlagið undan flokkinum.


Tað finnast bert tveir nationalstatir í Europa, tað eru Portugal og Ísland. Her proklamera teir báðïr róðurgangararnir, Hoydal og Jacobsen, at Føroyar eru partur av donskum eindarstati. Danskir nationalistar halda at Danmarkar ríki er danskt, tí teir vita ikki betur…


Alt ummæli kann lesast í blaðnum.