Útróðrarbáturin (4B) "Margit-FD 271”, ið hevur verið heimahoyrandi í Saltangará, er nú seldur til Eiðis. Per Mikkelsen, Ásbjørn Johansson Djurhuus og aðrir hava stovnað smápartafelagið Seiðagjógv á Eiði, sum er nýggjur eigari. Hetta er somu eigarar, sum keyptu "Volunteer” frá Jack Højgaard í fjør.
Báturin hevur í dag skift navn. Hann eitur nú "Broddur”. Hann hevur fyrr borið nøvini "Sigurður Einar”, "Hvítabjørn” og "Margit”. Motorurin hevur eina drívmegi á 457 hestar av Caterpillar slagnum. Á myndini omanfyri síggja vit reiðaran Per Mikkelsen saman við skiparanum Ian Kruse Thomsen og motorpassaranum Poul Jóhannes Poulsen. Sambært hagtølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum eigur "Broddur” góðar 92 fiskidagar í verandi fiskiári 2011/2012, og eigur hann allar dagarnar á, tað ið eftir er av árinum fram til 31. august.
Kelda: www.portofrunavik.fo