MANNINGARFELØGINI OG RFH KOMU SAMAN TÝSDAGIN Í VINNUHÚSINUM OG HANDAÐU SÁTTMÁLAKRØV

Føroya Skipara-& Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag komu saman í Vinnuhúsinum í dag, og handaðu sáttmálakrøv fyri handilsskip, frálandavinnuskip " stór og smá" og ferðamannaskip.

Partarnir gjørnumgingu ynskini hjá hvørjum ørðum, og ásettu fýra samráðingarfundir.

Sáttmálin gongur út 1. mars. Tað er nokk eingin loyna, at spenta støðan í heiminum kemur eisini at ávirka samráðingarnar, her verður hugsað um KOVID 19 sum allur heimurin hevur merkt.

Til síðstu samráðingarnar fyri tveimum árðum síðani, tá vóru manningarfeløgini saman , men hesaferð verður eitt sindur annaleiðis, FSN og MF verða saman í samráðingum, og FF ferð at samráast fyri seg sjálvar, hetta sæð í ljósinum av, at FF hevur ikki felagskrøv eins FSN og MF hava.