Mangt skal mann hoyra, áðrenn oyruni detta av

Nú veit eg ikki um fólkafloksgrannskoðarin við barnakekkunum er ein við ella uttan royndarpappírum, men løgið tykist tað, tá hann skrivar og tosar um at lætta um fíggjarliga fyri tey, ið skrava botnin.


Tí nær í 72 ára gomlu søgu fólkafloksins hevur hesin flokkur so mikið sum roynt at rætt hond frá síðu fyri at hjálpt og/ella at lívgað teimum, ið gjøgnum tíðirnar hava manna niðastu samfelagsrøkurnar? Nær?


Annars eru barnafamiljur og barnafamiljur ógvuliga ymiskt fyri. Millióningarnir og grannskoararnir við flatskattalætta upp til kr. 100.000,00 eru neyvan tey, ið eisini treingja til barnakekkar.


Tey, ið reelt treingja eiga at fáa tann stuðul teimum nýtist, meðan paraduuppskot frá fólkaflokkinum, hvørs endamál eru tey somu, sum tá ketta skøvir út yvir lort, at krógva flatskattaavleiðingar og fíggjarliga kúging annars - tílíkt eigur at verða avdúkað fyri tað, tað er - hvørki meira ella minni. Fólkaflokskapitalistar hava altíð dugað særa væl til at kráma til sín sjálvs og inn undir seg sjálvar og eri slopnir alt ov lætt til tað, alt meðan teir hava hildið vanliga fólkinum frá fatinum.


Soleiðis hevur tað verið - soleiðis er tað - og soleiðis fer tað at verða, tí til tess eru teir stovnaðir.


Um tey fátæku og kúgaðu vilja hava tað liviligari, so hava tey og teirra stuðlar bert eitt at gera, og tað er at halda fólkafloksfólki og teirra høgraorienteraðu samsintu frá politisku maktini bæði lokalt og nationalt.


Dagfinnur Danbjørg