Man tað vera so, Elsebeth?

Sum býráðspolitikkari má eg viðmerkja.

Neyvan var býarbygging ella høvuðsstaðarbygging málið, tá fyrsta bygningsverkið, ið skuldi hava eftirlitið vid skipaferðsluni millum ‘Østersøen og Målaren”, sá dagsins ljós. Men vaksandi virksemi og seinni økt virksemi øllum hesum flutningi og uttanlandssamskifti viðvíkjandi, bleiv til ein skjótt vaksandi og størsta býin í Svøríki. Í 1634 tá kongshúsið,  ríkisdagurin og centraladministration bleiv flutt og samlað á einum staði, gjørdist Stockholm til høvuðsstað.

Á sama hátt var Oslo ikki høvuðsstaður fyrr enn barnleysi kongurin doyði og beiggin Håkon, sum tá var búsitandi í Oslo, bleiv kongur. Hann avgjørdi í 1314, at býurin skuldi verða høvuðsstaður í landinum og at øll segl í ríkinum skuldu í varðveitslu hjá kanslaranum – landsins fyrisitingarliga leiðara. Kanslaraembætið var tengt at próvstaembæti, og henda samanrenning bleiv ein valdsmiðdepil, sum førdi til stóra tilflyting og býarvøkstur.

Ikki tí eg skal halda áfram og greiða frá høvuðsstaðar- ella stórbýaruppruna, ella rógva afturá okkara høvuðsstað og spyrja hví Havnin bleiv til Havnina.

Men tað tykist so, at ein landsumsiting við tilknýttum virksemi hevur verið samlað, og hevur trekt til sín fólk, førleikar, stórrakstrarfyrimunir og meira, ígjøgnum øldir.

At samanlíkna okkara smálandaviðurskifti við omanfyri, er nakað djarvt og kann man siga, at viðurskiftini, við nútíðarbrillum, ikki neyðvendugvís skulu síggja soleiðis út.

Tó skulu vit semjast um, at eitthvørt land má hava ein størri bý ella eitt kraftcentur, og í okkara føri hava vit júst knógvað okkum upp á hesi tjúgutúsund fólkini, sum avgjørt er eitt minimum fyri at røkka málinum um kraftcentur, býartrivna, tilflyting og vøkstur.

Og sostatt fáa øll okkara, ið hava lisið og lært uttanlands, valið – antin býarlív ella sokallað bygdalív. Flytir tú meira úr Havnini – verður ikki valið, men tað heila meira bygdalív.

Og hvønn ‘tiltrekkja’ vit tá úr útlandinum – ella hvørjar førleikar tiltrekkja vit?
Fáa vit fyrimunir – ‘dugnaskapskoncentratiónir og synergiir’?

Byggja vit land ella byggja vit bygdir?

Ella mugu vit ikki bæði?

Latið okkum semjast og standa saman um størstu avbjóðingina sum, ikki er Havnin mótvegis bygdunum, men Føroyar mótvegis umheiminum.

Alt annað er tann vísi deyði.

Tað er altíð dýrt at vilja tað sama sum flest hini – at búgva har hini vilja búgva. Men eg vil geva Elsebeth rætt í, at húsaprísirnir í Havnini eru ov høgir, at tað politiska handverkið ikki hevur nýtt nýggjastu amboðini og at man:

bæði býar- og landspolitiskt, átti at ført ein tíðarhóskandi og fjølbroyttari bústaðarpolitikk, 
partvís bíðaði við almennum byggivirksemi, sum viðførdi prísvøkstur,
ikki bert lat stuðul (rentustuðul) til eina íbúðarloysn, sethús,
gjørdi lógarbroytingar, sum loyvdu ymsum eigaraformum 

Og so framvegis. 

Hetta var orsøkin til húsaprísirnar og ikki miðvís centralisering ella nýíløgur í Havnini, sum flestu eru av dagføringarligum slagi. 

Við vón um samstarv og politiskt hugflog til bæði størri og minni kraftcentur – landinum og landastødd at frama.

Bergun Kass
býráðslimur