Perlur: Blóðroyndin reinsaði, men barnið misti hon. Oyggjatíðindi 5. juli 2006.
Skrivað hevur Dan Klein:
Í dag er hon 45 ára gomul, og býr til leigu í eini kjallaraíbúð í Havnar kommunu.
Hon er frustrerað, og veit ikki rættiliga hvar hon flýtur, tí barnið bleiv tikið frá henni longu á føðideildini.
Í tvey ár hevur hon bíðað eftir at fáa barnið hjá sær aftur, men tað hava verið sterkar kreftir hendan mamman hevur stríðst í móti.
Tað byrjaði longu í Vestmanna fyri mongum árum síðani. Hon var so ill um, at barnaverndin í bygdini blandaði seg uppí hennara lív, at hon einaferð syfti borgarstjóran niður á eitt borð.
Hon er nevniliga ein av teimum, sum ikki finnur seg í einum og hvørjum, men maktina hevur hon so ikki at broyta sína egnu støðu.
Í 2004 átti hon ein vælskaptan son. Tá var hon 43 ára gomul, og átti tvey børn frammanundan, eitt uppá 23 ár og eitt uppá 15 ár.
At hon ikki hevur havt tað lætt, sýna skjølini, Oyggjatíðindi hevur fingið innlit í. Tann tá 15 ára gamli drongurin var á serskúla í Danmark fyri »okkurt« slag menningartrupulleikum, sum tað stendur skrivað. Í læknajournaluni stendur eisini soleiðis:
Illgruni hevur verið um stóra nýtslu av m.a.Kodymagnyl hjá mammuni, men vil hon sjálv ikki vera við, at hetta er so týðandi. Men illgrunin var nokk til, at avrátt var við sosialu myndugleikarnar, at barnið skuldi í familjupleygu fyrstu tríggjar mánaðirnar og síðani skuldi mamman og barn á familjudeildina á Barnaheiminum at meta um støðuna.
Á Landssjúkrahúsinum verður barnið kannað í allar endar og kantar - eisini fyri abstinensir, men har vísa kanningarnar einki. Drongurin er stabilur. Drongurin kemur saman við mammuni á Barnaheimið, men verður akut innlagdur eftir avtalu Finn Helmsdal, leiðara á Barnaheiminum, tí drongurin í seinastuni hevur virkað sløvur.
- Sambært skjølunum, sendur um drongin, tá hann kemur á Barnaheimið:
Drongurin er, tá hann kemur higar, ikki sløvur, gevur góða eygnakontakt, pjátrar og kanningar vísa, at ikki teknin er um infektión, annað enn tekin um forkølilsi.
- Drongurin tykist trívast væl, staðfestur Barnaheimið.
Men tá boðini koma um, at drongurin skal vera so sløvur, taka tey blóð-roynd á Landssjúkrahúsinum.
Mamman sigur í dag, at tað er hon, sum allatíðina er undir illgruna fyri at geva sínum egna barnið sløvandi medisin. 18. juni 2004, staðfestir læknin, at blóðroyndirnar vísa onki illgrunasamt.
Sami boðskapur er at síggja 15. juli, og Amb. notat staðfestir 2. august 2004:
Metaboliska schreeningin normal, landscreening fyri medikamentir somuleiðis normal.... Sostatt ikki funnin nøkur orsøk til at drongurin skuldi vera so sløvur upp til seinastu innleggjan, stendur í skjølunum.
Men onki hjálpir hesi mammuni, sum hevur fullan førleika at taka sær av sínum egna barni. Hon fær bara ikki loyvi til hetta.
Longu á føðideildini var avrátt, at barnið skuldu í í avmarkaða pleygu, sum endar við varandi pleygu.
Tað bleiv so annars ein fitt familja í Kollafirði, sum fekk til uppgávu at hava barnið.
Mamman, sum er 45 ára gomul í dag, fegnast um góða samskifti við pleygufamiljuna, men sum hon situr við køgsborðið, virkar hon ótrygg við støðuna.
Sosialu myndugleikarnir hava lovað henni barnið aftur í august mánaða í ár, men hon torir ikki at trúgva, at hetta fer at halda. Hon hevur verið so skuffað so skuffað av myndugleikunum, sum hon í dag ikki ivast í, settu illgrunan um, at hon gav barninum sovumedisin, fyri at hava eina brúkbara orsøk at taka barnið frá henni.
Í dag undrast hon yvir, at hon ikki í stundini fekk barnið aftur, tá blóðroyndirnar vístu, at barninum feilti onki.
Men tað fekk hon ikki. Almenni sosiali bólturin var farin á rull, og hon datt av sporinum í ferðini.
Men illgrunin, sum vísti seg at vera blóðskeivur, hevði tænt sínum endamáli. Hon misti barnið, og so var líkamikið um hon eftirfylgjandi varð reinsað. Fleiri barnaverndarmál eru av sama slag.Tað fara vit her á blaðnum at koma nærri inn á seinni.