Maktin glatar

Perla frá 25.07. 2014: Páll Poulsen, rithøvundur, greinar spentu støðuna


Svikið. Vit siga hann hevur svikað. Nei, her eru eingi prógv. Útvarp Føroya og Portalurin siga áhaldandi at hann hevur svikað. Meðan hetta stendur uppá, avdúkar Kringvarpið at Sosialurin er korruptur og fær m.a. ókeypis flogseðlar frá Atlantsflog. Nakað seinni verður Eirikur Lindenskov tikin niðan í Sortudíki, sum tað stóra sannleikavitnið. Skil tað, hann sum skilja vil.


Tað einasta svikið, sum her sæst, er sannleikin. Ókultururin í Sortudíki roynir at skapa ein artifisiellan sannleika, grundaðan á lygn. Tað er ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur logið, men “einglapressan” í Sortudíki.


Hví er “einglapressan” korrupt?


Høvuðsorsøkin til at ein so óintelligentur maktfrymil sum einglapressan er so beinleiðis óintelligent, er tí hon er systemtreytað. Hetta eru fólk sum liggja í systeminum og veksa fram sum ein korrupt eind, aftaná at ein dómari hevði brotið §77 í grundlógini, við at gera seg inn á Dan Klein, fyri tað Bergur hevði sagt. Dan Klein var ringa samvitskan hjá teimum sum spældu pressa, men samstundis vildu sita til borðs hjá maktini og eta fínt.


Tað snýr seg bara um at rotta seg saman, so ber alt til. Eisini at tøma landskassan. Fíggjarmálaráðharrin er av einari familju sum rindar skatt, meðan tey, sum liva av skatti forfylgja Jørgen. Onkur hevur livað av skatti síðani 1908. Tá ið tey so hava logið nóg ofta, so trúgva tey sær sjálvum, meðan sjálvsbedragið verður uppaftur størri.


Soleiðis hava teir klárað at gera skattgjaldaran til banditt, meðan tann sum livir av skatti, er meinaleysi greivin, sum gongur og spákar í býnum.


Logið.


Týsdagin var alt aftur á gosi, nú hevði Jørgen logið. Dan Klein kemur við einum skjali, sum prógvar tað øvugta. Einglapressan hevur ikki gjørt annað enn uppfunnið eina anakronistiska “gølu”. Fyri at spæla “professionellir”, bóðu tey um innlit, og fingu tvey 16 ára gomul Oyggjatíðindi sendandi úr Tinganesi.


Tey blíva við og við, tí tann stóri psykopaturin er til arbeiðis. Mr Control. Men hvar trýstir skógvurin?


Ein av “ársins journalistum” bað um innlit og fekk tað ikki ár 2001. Orsøkin var at Toll og Skatt sjálvi høvdu klutrað málið. M.a. sagt at Skipafelagið Føroyar skal rinda rokningina og í sama viðfangi senda teir málið til løgregluna. Tað er ein grundregla í allari fyrisiting, at eitt mál bert kann liggja á einum stað í senn. So vit kunnu lættliga siga at strukturellu trupulleikarnir hjá “einglapressuni” ídag, eru teir somu sum Toll og Skatt høvdu í hálvfemsunum. So stendur á In.fo at rættarskipanin er óheft. Nei, tá generella almenna støðið er so lágt, verður rættarskipanin eisini togað niðureftir, antin so ella so. Besta dømið er § 77 í Grundlógini:


“Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker, dog under ansvar for domstolene. Censur og andre forebyggende forholdsregler kan ingensinde på ny indføres.” Hendan paragraff er bara ikki galdandi fyri Dan Klein.


Einglapressan helt at bara hon slapp av við handan fanan, so var sloppið, men so er ikki. Ein korrupt einglapressa er vaksin fram í kjalarvørrinum av at vakthundurin er tiptur í almenna rúminum. Nú spæla tey í Sortudíki bert sjálvsmyndina av hjá einum deyðssjúkum samfelagi.


Grundin til at Jørgen Niclasen næstan yvirtók sessin hjá Klein, sum “enemy of the state number one”, er tí hann hóttir “kulturin”. Tey kenna seg hótt, tí tey eru veruleikin, sannleikin og tey eru fødd inn í størvini sum “pressa”, men í veruleikanum er bert talan um tápulingar, sum ikki kunnu brúkast til heiðurligt virksemi.


Tey gloyma eisini at longur tey koma burtur frá veruleikanum, meira ljóðar tólið í Sortudíki, karrusellin sum ein óljóðsendari. Fólk tíma ikki at hoyra meira um “grassjing,” Sólvará, í Skorðini og annan fetisch, sum einki hevur uppá seg.


Tjóðveldisflokkurin hevur tvær ferðir valt Jørgen Niclassen í landsstýrið, síðani tollmálið, sum ikki er til, stóð í Oyggjatíðindi í 1997. Vit ørminnast at politiska oraklið Torbjørn Jacobsen valdi at rópa “banditt” eftir Anfinni Kallsberg, aftaná at teir høvdu gjørt hann til løgmann. Aðrastaðni í heiminum er politikkur so mikið álvarsamur, at tú kann ikki bæði og. Ikki banditt ídag og eingil í morgin. Tað ber ikki til.


Hesuferð gingu 16 ár, so fóru “einglarnir” upp at gartera og útstilla at eingin integritetur er í Sortudíki. Um rætt var atborið, bleiv Kvf lokað niður við brestin og latið uppaftur 3 mánaðir seinni. Man kundi fingið Ívar at rudda upp, tí hann var ikki bert loyalur fyri stovninum, men eisini lurtaranum. Hasi fólkini skíta á tey sum gjalda Kringvarpsgjald.


Eisini áttu vit at kanna hvussu nógv hesi “miðlafólk” fáa undir borðið av pengum og øðrum. Vit sóu hvussu lítlan týdning tað hevur fyri tey at Eirikur Lindenskov er stýrdur av Atlantsflogi. Hvussu vigar man hesar lættisoppar, sum hava so lítið uppá seg?