Maja Telling Joensen fyllir 90 ár í dag

Hon er ein verulig býarmynd í Havnini. Hon vaks upp úti á Reyni og arbeiddi í mong ár hjá stóra útgerðarhandlinum hjá Carl á Lag.


Hon var gift við Eigil Joensen, sum var bakari hjá Frans Restorff. Maja er kend fyri at vera avbera fryntlig, og ikki so lítið kend fyri virksemi í bindiklubbum og í pensjónistafelagnum, har hon hevur verið mett sum eitt satt lívsstykki.


Í morgun hittist familja úr Danmark og Føroyum til stóran føðingardag á Ellisheiminum, har tey høvdu gjørt góðan morgunmat. Borgarstjórin Heðin Mortensen helt røðu fyri Maju og handaði blómur frá býráðnum, meðan børn og ommudóttir sungu fyri Maju.


http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3088