Maiken Olsen sett eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni





Tórshavnar kommuna hevur sett Maiken Olsen í starv sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni. Maiken Olsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og master í kliniskari sjúkrarøkt. Hon hevur síðsta árið verið leiðari á integreraðu eldrarøktini í Sandoynni, og hevur starvast í leiðsluni har seinastu sjey árini.




Í Tórshavnar kommunu verður eldraøkið skipað í Heilsu- og umsorganartænastuni. Talan er um bygnað í trimum eindum, sum eru Heilsuhúsið og tvær integreraðar eindir, tvs. búpláss og heimatænasta samskipað.




Við hesum eru allir tríggir leiðararnir í Heilsu- og umsorganartænastuni settir. Tórshavnar kommuna hevur áður sett Metu av Fløtum sum leiðara av Heilsuhúsinum og Jóngerð Guttesen sum eindarleiðara.





Samlaða leiðslan hevur sum týðandi leiklut at samskapa og samskipa tvørgangandi og tvørfakligar tænastur og tilboð innan samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuna. Formliga fær kommunan ábyrgdina av økinum 1. janaur 2015, men longu nú er kommunan komin væl áleiðis í fyrireikingunum.