Magnus spyr um staðseting av almennum stovnum
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 13. februar at seta Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um frágreiðing, hvussu almennir stovnar kundu verðið staðsettir kring landið
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1. Hvussu gongur við at gera frágreiðingina, sum løgtingið samtykti, at landsstýrið skuldi gera?
2. Nær kann væntast, at hon verður liðug?
Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at Bill Justinnusen, Kári P. Højgaard og undirritaði løgdu fram Uppskot til samtyktar, tann 7. februar 2017. Uppskotið var soljóðandi:
Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingi frágreiðing um, hvussu almennir stovnar mest skynsamt kunnu staðsetast kring landið við atliti at teimum økjum í Føroyum, har fáir ella eingir almennir stovnar eru í dag.
Ein samd Rættarnevnd legði fram álit í málinum og tók fult undir við tí. Málið varð eisini samtykt í Løgtinginum 24. mars 2017.
At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at nú skjótt tvey ár eru liðin síðani Løgtingið samtykti uppskotið, so er áhugavert at frætta, hvussu gongur við hesi frágreiðing, sum Løgtingið heitti á landsstýrið at gera.
Sambandsflokkurin