Magnus spyr um Novo Nordisk grunnin og samstarv við føroyskar heilsumyndugleikar

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. november at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um Novo Nordisk grunnin og samstarv við føroyskar heilsumyndugleikar og stovnan av diabetesmiðstøð

Fyrispurningar til landsstýrismannin:
1.    Hvussu langt áleiðis eru fyrireikingarnar komnar við ætlaða samstarvinum millum Novo 
       Nordisk grunnin og føroyskar heilsumyndugleikar um diabetesmiðstøð?
2.    Hvat er endamálið við hesum samstarvinum og hvat verður ítøkiliga innihaldið í verkætlanini?
3.    Hvørji ítøkilig stig verða tikin í komandi tíðum um hetta ætlaða samstarv og verkætlan?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at á sumri í 2018 vendi Novo Nordisk grunnurin sær til Heilsu- og innlendismálaráðið við einum fyrispurningi, hvørt tað var áhugi fyri einum møguligum samstarvi millum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin um eina diabetesmiðstøð í Føroyum.

Nú er umleið 1½ ár fráliðið. Og síðani fyrispurningurin frá Novo Nordisk grunninum varð sendur Heilsu- og innlendismálaráðnum, so er eisini nýtt landsstýrið skipað við Kaj Leo Holm Johannesen sum landsstýrismanni í heilsumálum. 

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at fyri stuttum hevur landsstýrismaðurin verið á fundi við umboðum fyri Novo Nordisk grunnin, og er tað tí áhugavert at frætta, hvussu landsstýrismaðurin sær fyri sær, at eitt gott og gevandi samstarv kemur í lag millum Novo Nordisk grunnin og føroyska heilsumyndugleikan.

Tað er við hesum fyri eyga, at fyrispurningurin verður settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Sambandsflokkurin